Innanlands

Móttøka fyri Rescue Lív

Í morgin verður hátíðarhildið at Rescue Lív er afturkomin eftir hálvtannað ár á skipasmiðju í Svøríki. Tað verður gjørt við almennari móttøku

(Mynd: Havnar Bjargingarfelag)

(Mynd: Havnar Bjargingarfelag)

2025-05-16 12:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at hava verið á skipasmiðju í Svøríki í meiri enn hálvtannað ár, er nýumvældi “Rescue LÍV” nú endiliga komin aftur til Føroyar, og tað fara vit at hátíðarhalda við almennari móttøku í Vágsbotni í morgin leygardagin 17. mai klokkan 14.

Báturin fer at liggja út fyri hølini hjá Tórshavnar Bátafelag úti undir Bakka, har høvi verður at koma umborð og síggja nýggja bátin. Røður verða hildnar, og høvið verður at hitta manningina umframt at síggja nógva spennandi útgerð hjá Havnar Bjargingarfelag, Fjallabjargarunum og Dronutoyminum.

Norðoya Bjargingarfelag kemur til Havnar við bjargingarbátinum “Ziska” og Eiðis Bjargingarfelag kemur við bjargingarbátinum “Rescue Vón”.

Nógv spennandi verður eisini til børnini, sum millum annað kunnu sigla ein túr við gummibátinum “Rescue JENS”.

- Veðrið verður av tí allarbesta, so ger eitt rend oman í Vágsbotn í morgin og tak børn, barnabørn og øll hini við, sigur Havnar Bjargingarfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder