Innanlands

Móttøkuhús fyri harðskapsrakt verður raðfest

Nú verður gongd sett á arbeiðið at skipa eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt, og mett verður, at móttøkuhúsið kann byrja sítt virksemi í endanum av komandi ári

– Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

– Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

2021-10-02 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest, at vit í Føroyum fáa sett gongd á arbeiðið, at skipa eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt. Hetta sæst í uppskoti til fíggjarlóg 2022, sum er lagt fram.

Í vár vórðu úrslit frá nýggjari harðskapskanning frá 2020 løgd fram. Har varð staðfest, at tá tað kemur til likamligan, kynsligan og sálarligan harðskap, eru Føroyar onki undantak – støðan í Føroyum er eins ring, sum í okkara grannalondum.

Landsstýriskvinnan undirstrikaði til framløguna, at eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi.

– Vit skulu krevja eina null-hugsjón, tá um harðskap og kynsligan ágang ræður, segði landsstýriskvinnan

Og ein týðandi partur í hesum arbeiði verður júst, at fáa sett á stovn eitt móttøkuhús fyri harðskapsrakt. Dømi um líknandi móttøkuhús eru at finna í okkara grannalondum. Hesi veita møguleikan fyri breiðari vegleiðing til tey, sum eru fyri harðskapi, alt savnað á einum staði. Talan er tá um eitt nú løgreglu, sosialráðgeving, sálarfrøðiliga hjálp og sjálvhjálparbólkar.

Við hesi játtan uppá 300.000 krónur, er nú møguligt at fara undir fyrireikingarnar, longu í komandi ári. Mett verður, at eitt móttøkuhús kann byrja sítt virksemi í endanum av 2022.

– Almannamálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder