Innanlands

MRCC: Syrgið fyri at hava streym á útgerðini

MRCC heitir á bátaeigarar um altíð at tryggja sær, at útgerðin er í lagi, áðrenn farið verður út at sigla

Rescue Vón (Savnsmynd)

Rescue Vón (Savnsmynd)

2019-03-16 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

 Í gjár vóru boð send eftir bjargingarbáti tvær ferðir, tí bátar vóru uppsteðgaðir.

Fyrst fekk MRCC boð um, at ein bátur var uppsteðgaður vestanfyri Sandoynna, og tey sendu bjargingarbátin Sverra at sleipa hann til lands.

Avgjørt var at sleipa bátin til Skopunar, og ímeðan Sverri var í ferð við at sleipa, fekk MRCC boð um, at enn ein bátur var uppsteðgaður. Hesuferð var talan um ein bát, sum var staddur ein fj. úr Saksun.

Í báðum førum var talan um ein mann, sum var farin einsamallur út at sigla, og í báðum førum hevði viðkomandi ongan streym eftir á telefonini til endans.

Tað eydnaðist tó tí eina manninum at fáa samband við MRCC umvegis VHF, men verri var við hinum, sum ongan streym hevði umborð á bátinum, og tí mátti hann blinka við lummalykt, fyri at bjargingarbáturin Vón kundi finna hann.

Søgan í gjár hevði kunnað endað nógv verri, sigur vakthavandi á MRCC-støðini, sum heitir á bátaeigarar, um at tryggja sær, at nóg mikið av streymi er á telefonini og VHFinum.

- VHF skal eftirhyggjast við jøvnum millumbili, og fólk skulu syrgja fyri altíð at hava nóg nógvan streym á telefonini, áðrenn farið verður út, so tey kunnu seta seg í samband við MRCC antin umvegis radio ella telefon, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Á heimasíðuni hjá MRCC standa hesar leiðbeiningar

1. Siglið ikki ávirkaði.
2. Siglið ikki troytt og móð.
3. Havið kravda bjargingarútgerð umborð.
4. Minnist til, at VHF rás 16 er neyðrásin, og eigur at verða nýtt, tá ið á stendur. Tí skal rás 16 altíð standa opin og fartelefonin eigur at koma í aðru røð.
5. Roynið radioútgerðina við jøvnum millumbilum. Kallið Tórshavnradio til eina radioroynd, endið kallið við at siga, hvørji rás tit eru á. Tað er ókeypis at gera radioroyndina.
6. Nýtið vit og skil og góðan sjómansskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder