- Hugskotið snýr seg um, at vit hava brúk fyri, at menn eru partar av kjakinum um javnstøðu. Ofta síggja menn trupulleikan úti frá sum, at hettar ikki hevur við teir at gera. Tí høvdu vit brúk fyri at skapa eitt trygt rúm til menn at kjakast um evnið.
Tað sigur Gary Barker, sum er ein av fyrireikarunum handan Barbershop, einum javnstøðutiltaki fyri menn, ið skipað varð fyri í Østrøm í dag. Barbershop er tiltak hjá norðurlendska ráðharra ráðnum, sum Ísland tók stig til, har ið sjóneykan verður sett á mannfólk í kjakinum um javnstøðu. Tað er almannaráðið, ið hevur tikið stig til at hava ráðstevnuna í Føroyum. Gary Barker, sum er amerikanari, hevur verið við í átakinum frá byrjan, og hann heldur at talan er um sama trupulleikan allastaðni.
- Tað er ein gjøgnumgangandi stúran ímillum menn kring allan heimin um, hvat javnstøðu kann hava við sær fyri teir. Menn kring heimin óttast fyri, um javnstøða kann hava við sær, at teir missa nakað? Tað er ein spurningur, ið er týdningarmikil at kjakast um. Veruleikin er jú at onkuntíð mugu menn missa, fyri at vit skulu røkka javnstøðu, greiðir Gary Barker frá. Hann heldur tó, at tað er týdningarmikið at síggja størra bílætið, tí tað er sjálvandi gott fyri alt samfelagið, um vit røkka javnstøðu. Og tað er eisini gott fyri menn.
- Tað er týdningarmikið at hjálpa monnum at síggja, hvussu eitt nú kynsnormar og stirvnar hugsanir um manndóm ávirka okkum, er nakað, ið vit eiga at tosa um, sigur Gary Barker.
Tiltakið varð skipað við fyrilestrum og kunning, umframt at tey, ið vóru á ráðstevnuni, tóku lut í arbeiðsbólkum. Har skuldi bólkar tosa um upplivingar við órætti ímóti kvinnum og tosað um, hvussu best er at bera seg at, tá ein hoyrir um tílíkt. Og Gary Barker viðgongur, at tað ikki altíð er líka lætt at skipa fyri tílíkum døgum.
- Vit hava eitt nú skipað fyri hesum fyrilestri hjá NATO, tá tað skuldi nakað til, áðrenn til bar at koma innum formellar strukturar, sigur Gary Barker, sum leggur afturat, at hansara varhugi undir tiltakinum í Føroyum er tann sami sum ofta, tá hann er við til tílík tiltøk.
- Tað er nógv vitan um evnið. Men eg haldi, at talan kanska er um, at fólk við progresivum hugsanum sita undir liðuni av fólki við konservativum hugsanum. Avbjóðingin er at fáa tað konservativu at flyta seg eitt sindur, sigur Gary Barker at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald