Hitamet varð sett í Svalbarð í gjár, tá tá miðalhitin á flogvøllinum við Longyearbyen varð máldur til 20,3 stig. Hjá okkum var hann um 11,8 í gjár.
Ongantíð fyrr hevur hitin verið so nógvur í Svalbarð í august mánaði. Norska veðurstovan skrivar á X, at hetta var fyrstu ferð, at hitin fór upp um 20 stig á flogvøllinum, sum liggur nærhendis høvuðsbýin, Longyearbyen.
Flestu fólkini, sum hava bústað í Svalbarð, búgva í Longyearbyen, sum hevur um 2.600 íbúgvar.
Undanfarna metið fyri august í Svalbarð var frá 1997, tá hann kom upp á 18,1 stig.
Í dag hevur aftur verið lýtt veður á Svalbarð við hitastigum oman fyri 20. Men ein kuldabrúgv nærkast nú oyggjabólkinum, sum liggur í Íshavinum miðskeiðis millum Noreg og Norðurpól. Hitin fer tí at lækka komandi dagarnar.
Í Íslandi var miðalhigin 16,2 stig í gjár, og í dag náddi onkur hitamátari upp um 17 hitastig, skrivar RÚV.
Miðilin leggur afturat, at hitin í Arktis er hækkaður skjótari enn aðra staðni.
Sambært finskum og norskum vísundafólkum, er hitin í Arktis hækkaður fýra ferðir skjótari enn í øðrum pørtum av heiminum síðan 1979.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald