2025-02-13 11:03
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein bilur koyrdi fyrrapart inn í eina manamúgvu í týska býnum München. Hetta váttar týska løgreglan fyri blaðnum Bild.
Løgreglan í München skrivar eisini um eitt stórt politiátak nærhendis Dachauer Straße og Seidlstraße í miðbýarøkinum.
Fleiri enn 20 fólk eru særd. Fleiri eru komin álvarsliga. Har í millum eisini børn, skriva týskir miðlar. Maðurin sum er undir illgruna, er handtikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald