Tingfundir, tá munnligir fyrispurningar eru ein møguleiki, eru altíð heldur øðrvísi. Hetta millum annað ti at tingfólk kunnu spyrja um so nógv ymiskt, tí tað vendir sær móti landsstýrisfólki og løgmanni, og tí at man ikki svarar skrivligt.
Ymiskt áhugavert kann koma fram út á seinnapartin í tinginum í dag.
Skattahækking á fólk sum arbeiða uttanlands, ið landsstýriskvinnan Ruth Vang eftir ætlan fær endaliga ígjøgnum skjótt, verður heilt víst viðgjørt.
Her er tað stór ónøgd millum tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum um, at føroyingar, ið starvast uttanlands, verða "revsaðir" við nýggju lóggávuni.
Byrjað verður klokkan 11, tá tingfundurin verður settur. Áðrenn møguleiki er fyri munnligum fyrispurningum, verður "Fast samband til allar útoyggjar við eini undirsjóvarbreyt (metro)" tikið upp.
Her er talan um ein skrivligan spurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnu-og samferðslumálum. Tingkvinnan ynskir, at hugt verður eftir møguleikanum at fáa borað eina serstaka metro í Føroyum, so fast samband einaferð verður.
Hetta skal til viðgerðar - og eisini til eina atkvøðugreiðslu.
Til ber at fylgja tingfundinum á logting.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald