Innanlands

Munnligir fyrispurningar í tinginum í dag

Landsstýrisfólkini skulu m.a. svara spurningum um plastdálking, føroyska ukrainapolitikkin, og herðingar í revsilógini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-12 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru munnligir fyrispurningar á skránni í tinginum, og talan er um 24 spurningar.

Teir snúgva seg m.a. um plastdálking, útgjald úr barsilsgrunninum, føroyska ukrainapolitikkin, dagføring av halgidagslógini, barnaverndarlógina, og herðingar í revsilógini.

Dagsins tingfundur byrjar klokkan 11, og skráin fyri fundin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder