Í nýggjastu Spyr.fo-veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti og Portalurin hava latið gjørt, og sum verður kunngjørd í morgin árini, verður eisini spurt um løgmansevni.
35,4 prosent av veljarunum halda sambært kanningini, at Aksel V. Johannesen skal vera løgmaður eftir løgtingsvalið. Hetta er væl færri enn í desember í fjør tá 43,5 prosent vildu hava formann Javnaðarfloksins sum løgmann.
Bárður á Steig Nielsen var í desember í fjør ikki serliga væl umtóktur millum veljararnar, men hevur síðani vunnið seg fram aftur. Í nýggjastu kanningini fær hann álitisváttan frá 23,3 prosentum. Í desember í fjør var sama tal 17,6 prosent.
Nummar trý og fýra á listanum eru Høgni Hoydal og Beinir Johannesen við ávikavist 12,6 prosentum og 11,6 prosentum.
800 fólk vórðu spurd í kanningini, sum varð gjørd hóskvøldið 24. november. Óvissan í hesum spurninginum er upp til 2,6 prosent.
Øll veljarakanningin verður at síggja í Blaðnum Vikuskifti leygarmorgunin klokkan 7. Leinkja verður at finna á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald