Innanlands

Munurin millum kynini veksur

Í fólkavøkstrinum eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-01-15 11:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 233 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 10 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 59, var samanlagda úrslitið 164 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum, skrivar Hagstova Føroya um nýggjajstu uppgerðina, sum vísir at vit nú eru 51.312 fólk í Føroyum.

Tað er serliga fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

[object Object]

Burðaravlopið munandi størri 
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) nakað størri nú. Hetta kemur av, at føðitalið var 9 fleiri og deyðatalið 25 færri. Burðaravlopið varð sostatt 34 størri.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder