Mentan

Murakami í Filmsfelagnum - fer hann at vinna Oscar?

Japanski filmurin “Drive my Car” verðru sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 

2022-03-24 10:47 Author image
Innsent
placeholder

Mest lisni japanski høvundi, Haruki Murakami, er støðið í Oscartilnevnda filminum, ”Drive My Car”, sum vann tríggjar virðislønir í Cannes í fjør.

“Drive My Car” er í fýra førum í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina, sum verður handað um vikuskiftið. Talan er um virðislØ’nina fyri besta film, bestu leikstjórn, besta altjóða film og besta tillagaða handrit.

Leikstjórin, Ryûsuke Hamaguchi (f.1978), vann Silvurbjørnina í Berlin í fjør.

Í nýggja filminum, ”Drive My Car”, førir hanN okkum inn í bilrúmið og tilveruna hjá leikstjóranum og sjónleikaranum, Yasuke, og konuni, Oto, sum er handritahøvundur. Eftir at hava verið gift í 20 ár, skifta tey millum eitt púra andborið samlív, sum næstu løtu kann verða øsandi eldheitt.

Hugskotini koma til tey, meðan tey dyrka sex, ella koyra túr í reyða Saab bilinum, sum hjá parinum er nógv meir enn eitt flutningsamboð. Men undir friðfylta gerandisdegnum lúra ósemjurnar. Og tað er ein skakandi hending, sum elvir til lágmæltu og kontemplativu road trip-søguna, sum Filmsfelagið hevur fingið fatur á og vísir mikukvøldið.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder