Mentan

Muse kunnu upplivast á Amager í heyst

Muse spæla konsert í Royal Arena 8. september og Telenor Arena í Oslo kvøldið fyri

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-04-05 08:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í heyst verður møguleiki at uppliva stílskapandi enska rokkbólkin Muse á konsert í Royal Arena, sum liggur nærhendis flogvøllin í Kastrup.

Konsertin í Royal Arena 8. september er ein partur av teirra drúgva Simultation Theory World Tour.

Seinasta útgávan hjá bólkinum, Simultation Theory, kom út í november 2018, og fekk sera góða móttøku. Muse eru kendir fyri sínar stórbæru konsertir, og nýggjasta fløgan hevur íblástur úr science fiction á ein skemtingarsaman hátt, verður sagt.

Muse telur Matt Bellamy á sang og guittar, Dominic Howard á trummum og Chris Wolstenholme á bassi. Tá teir spæla konsert hava teir eisini Morgan Nicholls við á guittara og ljómborði.

Umframt at koma beinleiðis inn á nummar eitt á bretsku hittlistunum, rakk nýggjasta fløga teirra fyrsta pláss í fleiri øðrum longum kring heimin. Síðani stovnanina í 1994 hava Muse givið út átta fløgur, og selt meira enn 22 milliónir eintøk.

Muse hava eisini fingið hópin av viðurkenningum, millum anna tvær Grammys, fimm MTV Europe Awards og tvær Brit Awards.

Atgongumerkjasølan til konsertina í Danmark 8. september byrjar komandi fríggjadag, skrivar gaffa.dk. Muse kunnu eisini upplivast á Telenor Arena í Oslo 7. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder