Mentan

Musikkstevnan verður á Eiði í ár

Eiðis Ljómfelag skipar fyri stevnuni, sum verður hildin í ítróttarhøllini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-04-12 13:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

13. mai skipar harmoniorkestrið Eiðis Ljómfelag fyri árligu musikkstevnuni, sum í ár verður hildin í ítróttarhøllini á Eiði.

Á hvørjum ári, dýra biðidag, savnast øll horn- og harmoniorkestur í Føroyum til Musikkstevnu. Spælarnir gleða seg almikið til Musikkstevnurnar har tey hittast til álvara og gaman og samstundis er gylt høvi hjá áhoyrarum at fáa kraftmiklan og góðan hornmusikk fyri allar pengarnar.

Musikkstevnan er ein av stórstu døgum í árinum hjá spælarunum, og kannmest sum samanberast við ólavsøkuna, tá tey – ung sum eldri – hittast at spæla saman og vísa hvat tey duga.

Orkestrini fáa umleið 15 minuttir í part at framføra síni løg, og sum vanligt, endar stevnan við eini felagskonsert, har ið kend løg verða framførd.

Fyrsta Musikkstevna varð fyriskipað av Vestmanna Hornorkestri í 1966, og síðani tá hava orkestrini skift um at vera vertir fyri stevnuna, sum hevur verið hildin á hvørjum ári, undantikið í 2020, tá hon var avlýst vegna korona. Í ár er tað soleiðis 56. ferð at stevnan verður hildin, og tað er fjórðu ferð, at Eiðis Ljómfelag skipar fyri stevnuni.

Eiðis Ljómfelag, fyrr kallað Eiðis Hornorkestur, varð stovnað í 1920, og longu tá vístu eiðisfólk, at tey dugdu annað enn at fletta seyð; tónleikurin hevur ríkað um vanliga lívið í bygdini. Í dag er Eiðis Ljómfelag mannað við tónleikarum úr øllum Sundalagnum og musikkskúlaskipanin er ein dyggur veitari til orkestri. Orkestrið spælir til mangt og hvat, millum annað til brúðleyp, guðstænastur, hátíðarhald og onnur tiltøk í øllum økinum.

Á Musikkstevnuni ber til at hoyra Klaksvíkar Hornorkestur, Sørvágs Tónleikarfelag, Fuglafjarðar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Tvøroyrar Hornorkestur, GHM, Havnar Hornorkestur og Eiðis Ljómfelag og harumframt verða eisini skúlaorkestrini í landinum at hoyra.

Musikkstevnan á Eiði verður dýra biðidag kl. 13. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder