
Elon Musk fer nú úr umsitingini hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sigur eitt ónevnt embætisfólk í Hvítu Húsunum sambært tíðindastovuni Reuters.
Sjálvur skrivar Musk eisini á X, at tíð hansara í umsitingini er komin at enda.
Síðan Trump tók við aftur sum forseti 20. januar, hevur Musk virkað sum ráðgevi og leiðari í nyggju Doge-deildini (Department of Government Efficiency), sum hevur til endamáls at seta í verk sparitiltøk í almenna geiranum.
Í dagføring sínari á X takkar Musk Trump fyri møguleikan at "minka um óneyðugar útreiðslur".
Higartil hevur Musk, sum er heimsins ríkasti maður og eigur feløgini Tesla, SpaceX, og X, niðurlagt 260.000 almenn størv av 2,3 milliónum.
Tíðin hjá Musk í "serligum starvi hjá amerikonsku umsitingini" var avmarkað til 130 frá byrjan - til síðst í mai, men tað hevur tó verið ógreitt, júst nær Musk fór at gevast, skrivar Ritzau.
Seinastu tíðina hevur Musk fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at brúka meira tíð uppá sínar fyritøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald