Uttanlands

Musk-rakett sprongdist

Talan er um nýggjastu risastóru Starship-rakettina, ið umbroyttist til eina eldkúlu

2025-06-19 11:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein SpaceX Starship-rakett var í gjár umbroytt til eina risastóra eldkúlu, tá hon sprongdist á Starbase útskjótingarplássinum hjá rúmdarfelagnum hjá Elon Musk har suðuri í Texas.

Tað var um 23-tíðina mikukvøldið, lokala tíð, at eitthvørt óvæntað hendi við nýggjastu Starship rakettini, sum brast, upplýsir SpaceX á sosialu miðlunum.

Ongin persónur kom til skaða í hendingini. Øll starvsfólkini á støðini vóru trygg, og einkin vandi var heldur fyri búsetingarnar nærhendis.

SpaceX hevði sent út ávaring til íbúgvarnar nærhendis um at royndir vórðu gjørdar við rakettini, sum kundi merkja ein ávísan vanda.

Starship-rakettin er størsta og kraftmiklasta rakettin, sum nakrantíð er bygd. Hon er ment við tí endamáli at flyta fólk út á gongustjørnuna mars.

Rakettin er uppbygd í tveimum pørtum, sum báðir eru gjørdir til at kunna endurnýtast. Lyftiparturin kallast Super Heavy og er 52 metra høgur. Ovari parturin er sjálvt rúmdarfarið, kent sum Starship ella bara Ship.

Sí filmsbrot frá hendingini á BBC 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder