Innanlands

Mvg-frítøkan á el-bilum skal avgreiðast á tingi í dag

Harumframt verða tvær fyrsta viðgerðir. Landskassin skal hava heimild at taka upp lán fyri at tryggja gjaldførið og heimi fyri autistisk børn og ung krevur størri játtan orsaka av príshækkingum og nýggjum krøvum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-21 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggjar triðju viðgerðir eru á skránni á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.

Trý uppskot, sum snúgva seg um frítøku á avgjøldum fyri orkuvinarligar bilar skulu endaliga avgreiðast.

Eisini eru tvær fyrsta viðgerðir á skránni.

Tann fyrra er um eitt uppskot frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum, sum biður løgtingið um heimild at taka upp 350 milliónir krónur í láni til at rinda fyri møgulig gjaldførishall hjá landskassanum í ár.

27. juni fella 550 milliónir krónur til gjaldingar. Talan er um eitt seks ára brævalán, ið varð tikið í 2017.

Sambært løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráðskal landskassin hava eitt minsta gjaldføri, svarandi til 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Minstagjaldførið frá 1. januar 2023 erhækkað við 350 milliónum krónum til 3,4 milliardir krónur.

Fíggjarmálaráðið roknar við, at landskassin hevur avlop í bæði 2022 og 2023. Framfluttar støðlingar (ikki brúktar løgujáttanir) eru hinvegin stórar. Nøktandi gjaldføri er sostatt ikki til at fíggja økta minsta gjaldføri, hóast avlop. Endamálið við hesum lógaruppskoti er tí at útvega landsstýrinum heimild til at læna eina peningaupphædd, sum kann tryggja landskassanum neyðuga gjaldførið í 2023, stendur at lesa í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Síðsta viðgerðin á skránni er uppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við almannamálum biður um fýra milliónir afturat til bygging av umlættingarheiminum á Argjum til børn og ung við autismu.

Talan er um meirútreiðslur í sambandi við m.a. nýggj brunakrøv frá kommununi og til gerð av einum stuðulsmúri niðjan móti fjallinum, sum verður mettur at vera neyðugur.

Framløga er, sum altíð, eisini á skránni á fundinum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder