Hóast herurin í Myanmar hevði boðað frá, at mótmælisfólk fóru at verða skotin, hildu mótmælini fram um vikuskiftið.
Dagurin í gjár gjørdist eisini tann higartil blóðugasti, síðan hernaðarkvettið 1. februar. Lokalir miðlar boða frá, sambært tíðindastovuni Reuters, at í minsta lagi 114 fólk vórðu dripin í gjár.
Millum tey dripnu vóru 40 fólk í Mandalay, næststørsta býnum í Myanmar, og 27 í størsta býnum, Yangon. Millum tey dripnu eru børn.
Síðan hernaðarkvettið fyri skjótt tveimum mánaðum síðani hava nógvir samanbrestir verið millum hernaðarfólk og mótmælisfólk, og orsakað av hesum hava fleiri enn 440 sivilfólk latið lív.
Orsøkin til, at herurin tók valdið í Myanmar og handtók demokratiskt valda leiðaran, Aung San Suu Kyi, er, at valsvik skal hava verið framt í sambandi við valið í november. Tá fekk flokkurin hjá Suu Kyi, NLD, 83 prosent av atkvøðunum, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk sjey prosent.
Bæði eygleiðarar og valnevndin í Myanmar hava tó víst aftur, at talan hevur verið um valsvik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald