2019-01-25 08:10
Mýlingur var so óheppin at sigla á brimgarðin á Toftum í morgun.
- Vit fingu boðini klokkan 06:17 í morgun. Mýlingur hevði siglt á brimgarðin inni á Toftum, men megnaði sjálvur at sleppa av aftur, verður sagt av MRCC støðini.
Mýlingur liggur nú inni í havnini á Toftum. Einki hol var at síggja, men teir fara at kanna málið nærri seinni í dag, tá kavarar verða sendir niður at hyggja, verður sagt av MRCC støðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald