Innanlands

Mylnuhúsið í Klaksvík 20 ár

Seinastu 20 árini hava børn gingið í Mylnuhúsinum

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-01-07 18:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

16. januar eru 20 ár síðan Mylnuhúsið í Klaksvík lat upp á fyrsta sinni. Mylnuhúsið byrjaði sum ein sjálvognarstovnur við Honnu Thøgersen sum leiðara. Í stýrinum sótu tá: Elisabett ( Betta ) Joensen, formaður, Eyðgunn Samuelsen, næstformaður og Kristian Fríðrik Olsen, nevndarformaður.

Børnini, sum byrjaðu í Mylnuhúsinum fyri 20 árum síðani, vóru í aldrinum 0 – 9 ár, men hetta varð broytt í 2011, tá Snjallabjalla lat upp.

Mylnuhúsið varð rikið sum ein sjálvsognarstovnur fram til 2015, tá avgjørt varð, at Mylnuhúsið skuldi gerast ein kommunalur stovnur, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Mylnuhúsið hevur síðani 2002 arbeitt við italienska arbeiðsháttinum “ Den integrerende baggrund” eisini nevnt “Sporpædagogik”. Hetta sæst aftur í dagliga virkseminum, tí fleiri siðvenjur hjá Mylnuhúsinum eru sprotnar úr sporum hjá børnum og vaksnum, sum hava havt sína dagligu gongd í Mylnuhúsinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder