2022-05-22 22:05
Tað var næstan ikki vika, at hann ikki var á fleiri fjallatoppum, men síðani lagnutúrin 13. oktober, tá Pól Sundskarð gleið millum Seyðringarskarð og Áarskarð, hevur verið langt millum túrarnar.
Í góðveðrinum í dag, var Pól Sundskarð aftur á einum fjallatoppi. Túrurin byrjaði úti í Grøv, gingið varð niðan í Gravardal, og við góðari frá konuni Bjørg á Lava Sundskarð, komu tey niðan á Kjøl, sum er omanfyri Klaksvík.
Serstakar myndir yvir Klaksvík:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald