
Pól Sundskarð: Í dag gekk leiðin av Norðoyri og út á Skálanes.
Undir vanligum umstøðum hevði eg gingið út í Skúvadal og til Vøtnini/Tjarnirnar har sum eg rættiliga ofta áður havi vitjað.
Komin út í Hávansurð nakað heimanfyri Skálanes, síggi eg eg ein fugl liggja á gøtuni og hann sleppur ongan veg. Tá eg nærkist síggi eg at tað er ein lómur, og at tað er vinmaður mín, sum eg havi vitjað so oftani tey seinastu mongu árini. Nú liggur hann veingarbrotin og sleppur ongan veg.
Hann hevur nokk roynt at sloppið sær frá Tjørnini og omaneftir í Skúvadal fyri at sleppa á sjógv fyri síðan at koma á flog.
Eg visti at hansara tíð var komin at enda, men at taka lívið av honum kom ikki uppá tal. Vendi mær til mín góða vin Jón Aldará og ráðini hjá honum vóru at taka hann við mær heim og tað gjørdu vit. Konan fór úr t-shirtini og eg fór so eftir honum, pakkaði hann væl inn og so heim til Oyrar.
Mítt størsta ynsksi er, at vit fáa eitt par aftur, og at vit mugu hava størstu virðing fyri hesum fuglinum. Har hann er, leggur hann egg heilt tætt framvið tjørnum/vøtnum.
-
Úti á Skálanesi og Gjótan
-
Borðoyarnes og Borðoyarneshálsur og Borðoyarvík
-
Borðoyarvík av Núpi
-
Torvadalsgjógv og hinumegin Hálsagjógv
-
Islitoftirnar og Bergsrætt
-
Skálanes fyri framman
-
-
Lómurin liggur á gøtuni við einum knústum veingi
-
Skálanesá
-
Gjótan úti á Skálanesi
-
Bjørg Á Lava Sundskarð á Skálaneshelluni
-
Kanska onkur sær okkurt kunstverk her, og seglbátin
-
Gott er at ganga frá Núpi og út á Skálanes
-
Havi fingið lómin aðrenn hann fór oman í Helluna
-
"Vit báðir"
-
-
-
Grøna slóðin 7 km

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald