Innanlands

Myndir: Børnini sluppu at síggja sløkkiliðsbilin

Børnini í Mylnuhúsinum høvdu fríggjadagin vitjan av sløkkiliðsleiðaranum í Klaksvík

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-07-02 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í samband við at Mylnuhúsið í næstum fer í summarfrí, varð skipað fyri summarhugna í garðinum uttanfyri Mylnuhúsið seinasta fríggjadag.

Sløkkiliðsbilurin vitjaði uttanfyri Mylnuhúsið, og børnini fingu møguleika at koma heilt tætt uppat, ímeðan Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, greiddi børnum frá. Tað var ongin ivi í, at fleiri komandi sløkkliðsfólk vóru í barnahópinum. Seinni framførdu børnini nakrar sangir fyri foreldrum og avvarðandi, og so varð bjóðað til kaffi, køku og ís.

Mylnuhúsið fer í summarfrí í viku 29, 30 og 31, men eins og undanfarnu árini verður summaransing skipað fyri teimum, sum fyrr í ár hava teknað seg til hetta tilboðið, sigur Klaksvíkar kommuna.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder