2024-09-23 14:35
Um 11-tíðina fyrrapartin varð boðað frá, at skipið Dragin hevði siglt á Flesjarnar.
Ein skúlaflokkur var umborð, tá óhappið hendi, og men har var ongantíð nakar vandi á ferð. Ferðin var lítil, og skipið lak ikki, varð upplýst av MRCC-støðini.
Skúlabørnini vórðu flutt til lands við øðrum báti, og tá skipið varð leyst aftur, varð tað sleipað á Toftir.
Finnur Justinussen, leit.fo, tók hesar myndirnar, tá Arun kom á Toftir við Draganum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald