Mentan

Myndir: Eitt øgiligt órudd - onkur fegnast

Fólk fóru beinanvegin ígongd við at rudda í Vágsbotni

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-01 05:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So skjótt sum síðsta navnið, Swangah, var farið av pallinum byrjaðu fólk at rudda.

Og tað var ikki ein løtt uppgáva tey vórðu sett til. At rudda upp eftir fleiri túsund fólkum tætt pakkað í Vágsbotni í fleiri tímar.

Pallar og hegn skulu takast niður men eisini skal ein rúgva av plastikkbikarum skulu takast upp, so reint er á økinum í morgin. Eitt stórt arbeiðið fyri framman.

Eini 50 fólk eru frá ítróttarfeløgum og taka hegn og annað niður í morgun.

Petur øl greiðir frá, at sølan hevur gingið sera væl. Bara ein kaggi er eftir av Okkara Voxbotn Cider, nú teir pakka saman. Tað sigur nokkso nógv.

Jújú, tað er nokk at taka sær til

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder