2018-12-21 13:27
Tíðliga seinnapartin var útrykningur í Havn. Samstundis sum ein eldsbruni var undir Fjalli, fekk løgreglan fráboðan um enn ein eld í høvuðsstaðnum.
Tað var í nýggja bygninginum hjá Bilrøkt við kirkjugarðin á Velbastaðvegnum, sum verður brúktur sum framsýningarhøli.
Møguliga kyknaði eldurin í einum bili, men tað er enn óvist. Tjúkkur roykur stóð úr bygninginum hesa løtuna.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, og fekk sløkt eldin.
Sum skilst verður yoga gjørt á ovastu hædd í bygninginum og øll fólkini vóru fingin út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald