2019-06-22 14:15
Træskipini, sum fyrr í mánaðinum vitjaðu í Danmark fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum, er nú komin til Tvøroyrar fyri at vera við til jóansøkuna.
Í morgin endar flaggregattan við gudstænastu í Famjins kirkju, heimstaðnum hjá upprunamerkinum.
Ólavur Frederiksen tók myndirnar, tá tikið varð ímóti træskipinum um middagsleitið.
Nú er kappróðurin farin í gongd, og tað verður hann, sum setir dámin á seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald