Innanlands

Myndir: Føroya bestu vørumerki vórðu heiðrað

Fjord, Smyril Line og Bakkafrost gjørdust bestu vørumerki 2024. Sí myndir frá tiltakinum

(Mynd: Lucas Frayssinet)

(Mynd: Lucas Frayssinet)

2025-03-03 09:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin vóru Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Hetta var gjørt í tiltaki við Tjarnir við fyrilestrum við føroyskum og útlendskum serfrøðingum innan branding og starvsfólkabranding, umframt kjak og innlit í framtíðar møguleikar hjá føroyskum vørumerkjum.

Fleiri enn 650 føroysk vøruverki vóru skotin upp av amenninginum og dómsnevndini. 15 tey bestu vóru eftir og kappaðust í bólkunum "Einstaklingamarknaður við 24 ella færri starvsfólkum", "Einstaklingamarknaður við 25 ella fleiri starvsfólkum", og "Fyritøkumarknaður".

Vinnararnir í bólkunum gjørdust ávikavist Fjord, Smyril Line og Bakkafrost.

Føroya bestu vørumerki 2024 er fyriskipað av brandr Føroyar, sum er ein partur av altjóða brandingfyritøkuni brandr Global.

Sí myndir, sum Lucas Frayssinet tók:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder