
Um vikuskiftið var fernisering á Museumsberg listasavninum í norðurtýska býnum Flensburg. Talan er um framsýningina ”Der wirklich echte Norden”, har fleiri føroysk listafólk sýna fram.
Og framsýningin varð vælkomin. Blaðið Flensburg Avis hevur skrivað jaligt um framsýningina. Serliga er tað stóru bogaði glasskulptururin við mynd av einum hvali hjá Tróndi Patursson, sum hugtekur.
Átta listafólk eru við á framsýningini. Tey eru Annie Heinesen, Annika á Lofti, Astri Luihn, Brandur Patursson, Ingi Joensen, Jóna Rasmussen, Randi Samsonsen og Tróndur Patursson.
Á ferniseringini sunnudagin segði borgarstjórin í Flensburg, Henning Brüggermann nøkur orð. Føroyska sangarinnan Drífa Hansen, sum býr í Berlin, sang.
Framsýningin í Flensborg hongur uppi til 20. oktober.
Les eisini: Tíggju føroysk listafólk á summarframsýning í Týsklandi
-
-
Borgarstjórin í Flensburg og dóttirin við einum listaverki hjá Astri Luihn, sum skal setast saman sum putlispæl
-
Listaverk hjá Astri Luihn
-
Listaverk hjá Tróndi Patursson
-
Listaverk hjá Annie Heinesen
-
Í salinum hjá Randi Samsonsen
-
Listaverk hjá Anniku á Lofti
-
Listaverk hjá Jónu Rasmussen
-
Frá vinstru: Brandur Patursson, Tróndur Patursson, Henning Brüggemann, borgarstjóri, dr. Michael Fuhr, stjóri í Museumsberg, Astri Luihn, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Dagmar Warming, stjóri Ribe Kunstmuseum og Drífa Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald