2018-08-09 11:56
Í gjár var fyrsti teinurin súkklaður í sambandi við verkætlanina BUBU á ferð, har innsavnan er fyri felagsskapir, ið virka fyri at betra um barna- og ungdómsárini hjá børnum í Føroyum.
Út við 50 súkklarar vóru við á ferðini í gjár, ið fyri tey allar flestu byrjaði í Klaksvík, men har eisini nøkur høvdu súkklað allan vegin úr Havn.
Tá ið komið var norður á Viðareiði, hevði bygdafólkið savnað seg saman, og ein ikki sørt rørdur BUBU tók ímóti teimum mongu børnunum, ið lótu eitt oyra, og síðani heilsaði borgmeistarin Hans Jákup Kallsberg uppá við at lata eitt oyra í bússuna og síðani vegna bygdina og bygdarfólkið, handaði BUBU ein stóran kekk - tað var sera kveikjandi løta. Eftir hetta tók myndamaðurin á túrinum Einar Vang eina felagsmynd.
So lá leiðin av Viðareiði inn í Hvannasund, har steðgað var við Cafe Old School, har Bubu heilsaði uppá, og fólk stuðlaðu, áðrenn leiðin gekk til Klaksvíkar. Eitt sera vælvirkandi toymi av limum í Norðoyar Bjargingarfelag fylgdi á øllum teininum súkklarunum og BUBU, og tí var ferðin gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall ein leikur í gjár, hóast hesir mangan hava verið ein stór avbjóðing.
Seinasti parturin av teininum í gjár var leiðin inn til Klaksvíkar, og júst tá kom eitt lítið æl, men tað darvaði á ongan hátt. Hópin av fólk var komin saman við bátabrúgvarnar, og BUBU, sum tann klossuti klovnurin hann er, var tann einasti, ið datt, beint framman fyri allari mannamúgvuni. Men av tí at hann nýtti hjálm, so fekk hann ongan snuddin og er longu klárur aftur til næsta súkklutúrin.
Í Klaksvík tók borgmeistarin ímóti og heilsaði verkætlanini sera vælkomnari og vísti á, at eisini Klaksvíkar kommuna sá týðuliga, at tørvurin fyri at hjálpa børnum í Føroyum er stórur, og tí stuðlaðu tey eisini við einum stórum gávukekki.
BUBU endaði løtuna við at syngja nakrar sangir og heilsa uppá børnini, samstundis sum bússurnar gingu runt, og fólk lótu stuðul, og FK bjóðaði øllum børnunum sunkist.
Ætlandi súkklar BUBU við vinum av Strondum til Runavíkar og síðani til Leirvíkar fríggjadagin 17. august (í komandi viku) sum ein upptakt til sjómannadagin, soleiðis at børn, ið eru til tiltøkini, eisini náa stóra vatnkríggið í Klaksvík, sum Føroya Sjómannadagur skipar fyri.
BUBU takkar øllum fyri góðu móttøkuna og stuðulin.
Til ber at fylgja við verkætlanini HER! og annars verður kunnað á vanganum hjá Klovnurin BUBU.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald