2019-06-22 00:44
Jóansøkan á Tvøroyri byrjaði í góðveðrinum í kvøld. Tað var Agnes Mols Mortensen, serfrøðingur í tara og taraframleiðslu, sum setti stevnuna, meðan Tvøroyrar Hornorkestur spældi, meðan ítróttafólk gingu skrúðgongu.
Eitt av tiltøkunum í kvøld var í Glasstovuni, har Høgni Mohr, rithøvundur, greiddi frá sínum bókaútgávum. Tað var Sanna A. Dahl, sum tosaði við Høgna um bøkurnar.
Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen (FaroePhoto) tikið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald