Hátíðardámurin og frøðin yvir, at tað umsíðir er komið so mikið langt, at nýggjur Hvalbiartunnil er í eygsjón, var ikki til at fara skeivur av millum tey mongu fólkini, sum høvdu leitað sær niðan í dalin nærhendis tunnilsmunnanum hvalbiarmegin, har fyrsta skotið varð latið av.
So hendi tað umsíðir. Klokkan 15.28 gelti fyrsta skotið inni í Dalinum sunnan fyri Hvalba einar 700 metrar frá, har munnin til nýggja Hvalbiartunnilin er staðsettur. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær niðan móti tunnilsmunnanum, har hátíðarløtan í sambandi, at skjøtil nú av álvara er settur á nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág, fór fram seinnapartin. Eisini nýttu nógv høvið at fylgja við fram við Kolavegnum omanfyri.
Longdin á tunlinum verður 2,5 kilometrar. Tunnilsmunnin hvalbiarmegin fer at liggja í 80 metra hædd samanborið við verandi tunnilsmunna, ið liggur á 150 metra hædd. Trongisvágsmegin liggur verandi tunnilsmunni á 230 metra hædd, meðan tann nýggi fer at leggja á 100 metrar uppi.
Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, el-arbeiðstøku, prístalsjavning og annað.
Rúni Thomsen tók myndir fyri Landsverk frá hátíðarhaldinum seinnapartin. Sí nakrar av myndunum niðanfyri, annars landsverk.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald