Innanlands

Myndir: Gamla Norrøna komin á Havnina

Logos Hope legði um middagsleitið at á Vestaru bryggju. Seinnapartin verður almenn móttøka. Sí myndir.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-27 13:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um middagsleitið stevndi Logos Hope á Havnina. Her skal hon liggja næstu dagarnar, áðrenn farið verður til Klaksvíkar.

Almenn móttøka verður fyri skipinum klokkan 16.30 og ymiskt verður á skránni á Vestaru bryggju. Tónleikur verður frá Havnar Hornorkestri, Xperiment umframt Magna Christiansen, sum syngur og leiðir felagssang. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum klippa snórin, og lata skipið upp fyri almenninginum í Føroyum.

Jákup Godtfred, skipari á Logos Hope, ber eisini fram røðu.

Les eisini: Almenn móttøka fyri Logos Hope á Vestaru Bryggju hósdagin

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at stóra skipið er í Føroyum. Talan er um gomlu Norrønu, sum var í sigling fyri Smyril Line frá 1983 til 2004 tá nýggja Norrøna kom.

Men hetta er heldur ikki fyrstu ferð undir navninum Logos Hope. Seinast skipið var í Føroyum var í 2009, tá tað eisini byrjaði at sigla sum trúboðaraskip kring heimin.

Manningin á Logos Hope telur umleið 400 fólk og tey koma úr 60-70 ymsum londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder