Mentan

Myndir: Gentan úr Maxim stórliga fagnað

Væleydnað frumframførsla í Sjónleikarhúsinum í kvøld

Rógvi Dam og Magnus Reinert Gásadal (Mynd: Jens Kr. Vang

Rógvi Dam og Magnus Reinert Gásadal (Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-27 23:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fagnaðurin var stórur, tá teppið fyri seinastu ferð varð drigið til sjónleinin “Gentan úr Maxim”, sum var frumframførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn í kvøld.

Hetta var fyrsta pallsetingin hjá nýggja leikbólkinum Brestir, sum stendur fyri uppsetingini saman við Havnar Sjónleikarfelagi.

Leikararnir eru fyri stóran part nakrir av teimum somu, sum spældu við í “Jørundi Hundadagakongi”, ið varð spældur í Sjónleikarhúsinum fyri nøkrum árum síðani.

“Gentan úr Maxim” er ein kommedia ella farsa av góða gamla slagnum. Gongur fyri seg millum fínara slagið í Paris móti endanum av 1800-talinum.

Eitt kvøld í býnum har høvuðspersónurin, ein lækni, kemur í hóslag við eina av lættlivandi gentunum í parisiska náttarlívinum, endar í einum reinum hurlivasa av misskiljingum og samanblandingum, sum eftir stóran dramatikk endar nøkulunda væl til endans í leikinum.

So hvørt sum handlingin verður drigin longur og longur út, gerast misskiljingarnar størri, og tað gerst bara stuttligari og margháttligari.

Leikurin er drúgvur – við tveimum støðgum tekur tað nærum tríggjar klokkutímar, áðrenn allar misskiljingarnar í parisiska doktaraheiminum eru komnar nøkulunda upp á pláss aftur, og teppið verður drigið fyri seinastu ferð.

Myndirnar hevur Jens Kr. Vang tikið: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder