2019-05-12 19:52
Eini 30-40 hvalir løgdu beinini í Bø um hálvgun sjey tíðina í kvøld. Raksturin gekk væl, og drápið skjótt eisini.
Nøkur fólk vóru til staðar, tá grindin kom inn móti sandinum, men tað vóru nógv, sum ikki komu fyrr enn síðsti hvalurin var dripin. Hetta kanska tí, at tað gekk skjótari enn fólk høvdu roknað við.
Tað kemur ikki ofta fyri, men Portalurin kann eisini taka feil av tíðini, og fekk ikki sjálvt drápið við. Hóast tað, so skulu tit ikki snýtast fyri nakrar myndir í góðveðrinum í Bø.
Sí myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald