Mentan

Myndir: Gummibátatreff á Glyvrum

Sjáldsom sjón á Skálafjørðinum seinnapartin

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen)

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen)

2019-06-15 22:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum partur av Eystanstevnuni varð skipað fyri gummibátatreffi á Glyvrum seinnapartin.

Frá byrjan var ætlanin at hava 1200 gummibátar flótandi, hetta hevði verið heimsmet. Hetta eydnaðist ikki, men hóast tað, vóru heilt fitt av fólki, sum tóku undir við skemtiliga átakinum.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tók myndirnar niðanfyri, og hann fegnast um at rákið er vent.

- Fyri hálvari øld síðani ella so skreið skært við flakum í allari fjøruni av Bakka inn í Hvalsinsrætt. Hesi seinastu nógvu árini hava vit hvørki sæð dreingir ella flakar á hesum leiðum, nú boðar okkurt frá, at rákið fer at venda, skrivar Tórbjørn Jacobsen.

- Tað er nú so, at mangt gongur í bylgjum, sum sinuskurvarnar ella sum streymtalvan hjá Fischeri. Bátatreffið á Glyvrum í dag er undir øllum umstøðum ein fráboðan um, at hesi ungu aftur hava funnið útav, at natúran er til og at vit eru ein partur av henni. Eitt frálíkt stevnutiltak, skrivar borgarstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder