Kári Johansen, býráðslimur, helt í ár røðu á Velbastað, tá jólatræið varð tendrað mikukvøldið. Kári hevur ættarfólk á Velbastað og tosaði eitt sindur um sambandið millum bygdirnar í gomlum døgum.
Kári nevndi, at adventin er ein hugnalig tíð, nú vit liva í vónini og gleðini um tað, ið koma skal. Í gomlum døgum varð dúgliga róð út dagarnar uppundir jól, tí ræstan seið ella tosk og sperðil máttu øll eiga til jólaaftan.
Jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendra næstu dagarnar, og her sæst yvirlit nær tiltøkini verða í ymsu støðunum.
Sí myndir av Velbastað sum Ólavur Frederiksen tók mikukvøldið:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald