2019-11-16 11:02
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
HTH, Kvik og Eikin lótu í gjár upp á Hjalla. Upplatingin varð skotin í gongd seinnapartin í gjár, og nógv fólk komu at skoða nýggju handlarnar, sum nú eru savnaðir undir einum taki.
Handlarnir hava innrættað seg í hølunum, har 360 á Hjalla helt til fyri nøkrum árum síðani.
Talan er um madrassudeildina hjá Eikini, sum undanfarin ár hevur verið í gomlu politistøðini í Jonas Broncksgøtu. Kvik hevur verið á Argjum meðan HTH hevur hildið til á Óðinshædd.
Sí myndir frá seinnapartinum í gjár.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald