Um vikuskiftið hevur tað verið rokan í fjøruni í Runavík. Tað árliga Laksatorgið varð hildið fyri 18. ferð og nógv fólk løgdu leiðina framvið bátahylin í Runavík, har tey kundu royna ókeypis laksarættir, úr rávøru frá Bakkafrost.
Umframt stóra sølutorgið, var góður tónleikur, undirhald á sjógvi og landi, smakkiroyndir, barnatiltøk og ikki minst søla av laksi, sum setti sín dám á dagin.
Góður hýrur var á gestunum, sum í ár eisini fevndi um vitjandi ferðafólk frá stóra ferðamannaskipinum Mein Schiff 3. Nøkur serstøk tiltøk vóru sett í verk í sambandi við útlendsku vitjanina. Millum annað skipaði Eysturoyar dansifelag fyri føroyskum dansi, umframt at pallstjórin týddi alt, sum varð sagt til fremmand mál.
Tað var Visit Runavík, sum saman við Runavíkar Havn, vóru til reiðar at taka ímóti gestunum og ferðafólkunum til árliga Laksatorgið við bátahylin í Runavík.
Sí myndarøð frá Laksatorginum.
Myndir: Rógvi Langgaard, Simon Nordendal, Visit Runavík og Port of Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald