Tað eru 50 ár síðani Fríðrikur kongur doyði, og dóttirin, Margreta tók við sum drotning. Hetta var hátíðarhildið í gjár.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, luttóku millum annað, og handaðu hennara hátign forkunnuga gávu.
Gávan er 50 tær fyrstu planturnar av pílaslagnum Salix arctica – arktiskur pílur –, sum skulu gróðursetast í Koltri í sambandi við, at oyggin Koltur verður Føroya fyrsta náttúrufriðøki. Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug.
Margreta drotning er 81 ára gomul, og er fødd 16. apríl í 1940.
Nakrar av myndum, sum myndatænastan EPA, hevði frá hátíðardegnum í gjár:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald