Nólsoyingar hava í longri tíð ynskt sær eitt bókasavn, og nú er hetta vorðið veruleiki. Týskvøldið var móttøka, tá Nólsoyar bókasavn lat dyrnar upp á fyrsta sinni.
Nólsoyar bókasavn heldur til í somu hølum sum skúlabókasavnið í Nólsoyar skúla og skal framyvir virka sum ein deild undir Býarbókasavninum í Havn, júst sum Kollafjarðar bókasavn eisini hevur gjørt í nógv ár.
Mong høvdu leitað sær niðan á bókasavnið til upplating og hátíðarhald.
Býarbókavørðurin, Vónbjørt Vang, legði dent á, at eitt gott bókasavn eigur at vera opið, atkomuligt og vera karmur um góðar upplivingar í mun til bókmentir, vitan og mentanarligar upplivingar. Hugnaliga bókasavnið úti í Nólsoy hevur góðar karmar til júst hetta og á Býarbókasavninum fegnast tey nú um, at bókasavnstilboð er til enn fleiri borgarar í kommununi.
Anfinnur Brekkstein, formaður í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, helt eisini røðu og handaði bókasavninum eina gávu.
Í sambandi við upplatingina var eisini hátíðarhald fyri navnframa nólsoyinginum, Jens-Kjeld Jensen, sum herfyri vann umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri at varpa ljós á margfeldi í føroysku náttúruni.
Børn í Nólsoyar skúla høvdu gjørt eitt vakurt kort, sum tey høvdu myndprýtt við flogkyktum, og sungu tveir sangir fyri virðislønarvinnaranum.
Bókasavnið heldur, sum áður nevnt, til í Nólsoyar skúla, og ætlanin er at hava opið fyri almenninginum eina ferð um vikuna, hvørt týskvøld kl. 17.00-18.30.
Tað er Bára Traustadóttir, sum frammanundan rekur skúlabókasavnið á skúlanum, sum eisini fer at røkja almenna bókasavnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald