Tað vóru nógv sum frá 19. desember til 10. januar nýttu møguleikan at koyra ókeypis í Eysturoyartunlinum, og skoða verkið hjá Tróndi Patursson í rundkoyringini. Næstan 18.000 bilar koyrdu gjøgnum tunnilin fyrsta dagin, hann var opin.
Men nú er verkið broytt. Ella tað er gjørt liðugt, kundi ein sagt.
Av tí, at tunnilin lat upp fyrr enn ætlað, vóru røttu ljósini, sun skuldu brúkast í rundkoyringini ikki komin fram, og fyribils ljósseting var gjørt. Nú eru røttu ljósini komin til landið, og sett upp í rundkoyringini.
At síggja til riggar tað væl, og ringurin av teimum upp ímóti hundrað fólkunum rundan um súluna, lýsa bjartari upp enn áður.
Ólavur Frederiksen tók nakrar myndir á havsins botni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald