Reyða langmáttan var rullað út uttanfyri Havnar Bio seinnapartin, og í besta agent 007 stíli, møttu fólk upp í stívasta pussi.
Tey fínu fólkini eiga á ein ella annan hátt ein leiklut í upptøkunum av stóra James Bond filminum “No Time to Die”, sum vóru gjørdar í Kalsoynni nakrar dagar í 2019.
Sjálv frumsýningin verður sjey minuttir yvir midnátt, men tey sum hava verið við, fingu møguleika at síggja filmin áðrenn.
Sýningin fór í gongd klokkan hálvgun fimm, men í góðveðrinum í Klubbagarðinum var brúsandi løgur og gott lag. Millum annað kom ein serprýddur “007-bussur” við fólki úr Kalsoynni.
Sí myndir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald