Innanlands

Myndir: Soleiðis fer at síggja út á flogvøllinum

SMJ-toymið vann verkætlanarkappingna av út og umbygging av farstøðini í Vága Floghavn

2025-06-11 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin týsdagin hevði Vága Floghavn bjóðað til almenna samkomu í Kirkjuhúsinum í Sørvági, har tey fýra uppskotini í verkætlanarkappingini um út– og umbygging av farstøðini í Vága Floghavn vórðu sýnd fram, og vinnarin avdúkaður.

Tey fýra toymini, sum vóru undangóðkend til luttøku í kappingini, vóru:

AFRY Danmark A/S saman við Gottlieb Paludan og Advansia

Henning Larsen NA saman við LBF, PBC og Rambøll

SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras

SNA saman við LBF, PBC og Cowi

Frá hesum fekk Vága Floghavn fýra sera ymisk og samstundis ógvuliga spennandi uppskot til nýggja farstøð.

Nevndarforkvinnan í Vága Floghavn, Birita Sandberg Samuelsen, takkaði toymunum fyri luttøkuna. Síðani legði hon fram grundgevingarnar hjá dómsnevndini og kunngjørdi vinnaran, sum var SMJ sum høvuðsráðgevi, saman við undirráðgevunum Zeso (DK), Kontrast (FO), Spenn (FO) og Niras (DK). 

Farið verður nú undir samráðingar við SMJ toymið um sáttmála, við tí endamáli, at projekteringin kann fara í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder