Innanlands

Myndir: Stórfegnast um nýggju samgonguna

Seinastu smálutirnir eru eftir, men nú kunnu Beinir Johannesen og hini í og kring ABC skjótt skriva undir. Flokkarnir hittust aftur klokkan 15 og leggja fram í morgin

Formenninir í C, A og B hittust stutt eftir klokkan 15. Teir hava tosað við egnar flokkar: Fingið váttað samgonguskjalið og ásett landsstýrisfólk (Mynd: Sverri Eghom)

Formenninir í C, A og B hittust stutt eftir klokkan 15. Teir hava tosað við egnar flokkar: Fingið váttað samgonguskjalið og ásett landsstýrisfólk (Mynd: Sverri Eghom)

2026-04-08 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er millum annað endaliga greitt, at Beinir Johannesen verður Føroya yngsti løgmaður

Júst hvørji onnur fara út í Tinganes, og hvussu tey sjey aðalráðini eita, er ikki endaligt enn: Tað verður í morgin, at tíðindafundur verður við nýggju ABC-samgonguni, sum bert vantar seinastu smálutirnar.

Flokkarnir hittust aftur klokkan 15 í skrivstovuhølunum hjá løgtingslimunum og flokkunum. Hetta eftir at hava verið hvør sær og hugt tingini ígjøgnum.

Lagið var sum vera man gott - sí myndir sum Sverri Egholm tók niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder