
Herning, Danmark (Portalurin): - Hon ásannar, at náttarsvøvnurin ikki hevur verið tann besti, og at nakað av trýstinum merkist. Men tað var tó ein Melodi Grand Prix-luttakari við yvirskoti og mongum smílum, sum møtti mongu miðlunum í rúminum her fyri lítlari løtu síðani.
30-ára gamla Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen hevur fingið sminku á og gjørt brýrnar og skal nú í "pallklæðini" og gera seg til reiðar til aðalroyndina.
Sí eisini:
(Video): Sissal hevur stjørnudygdir
Genturnar gleða seg ótrúliga nógv at síggja mammuna á pallinum
Tað var stórur áhugi var fyri føroyska favorittinum. Í mun til júst favroittleiklutin staðfesti Sissal, at sjálvandi fylgir nakað av trýsti við, men nú roynir hon bara at njóta alla upplivingina og gera sítt besta. Hon fekk eisini skemtað eitt sindur við tí, tá føroyska songkvinnan varð spurd um, um fleiri hon kenna hava sett pening á hana at vinna Melodi Grand Prix:
- Nei, ikki sum eg veit um. Man fær heldur ikki serliga nógvan pening afturallíkavæl, so har er meira at missa.
Les eisini: Sissal er størsti favoritturin síðani seinasti danski Eurovision vinnarin
Fleiri miðlar vildu gjarna hava at vita, hvussu tað er serstakt, og hvussu tað merkist, at Sissal Jóhanna er føroyingur:
- Tað er næstan eitt hálvt flogfar komið til Danmarkar við familju og vinum, so tað eri eg ógvuliga glað fyri.
- Eg haldi, at tað er flott, at eitt so mikið lítið land sum Føroyar hevur so nógvar dugnaligar sangarar og tónleikarar. Eg havi merkt so nógvan kærleika frá føroyingum seinastu tíðina, og tað merkir nógv at síggja stóra stuðulin til mín
Annars staðfesti Sissal, at hon sjálvandi eisini umboðar Føroyar, og at líkamikið um hon vinnur ella ikki, so fer lívið víðari sum vanligt mánadagin, og at nógv spennandi er komið við hesum. Aðalroyndin er her um eina løtu – Melodi Grand Prix byrjar annars klokkan 19 og sæt á DR1.
Til ber at fylgja við á Portalinum gjøgnum dagin og kvøldið. Vit hava millum annað beinleiðis blogg frá klokkan 16.
Les eisini: Aðalroynd seinnapartin - stóra løtan verður í kvøld
Sí samrøðuna, sum vit gjørdu við Sissal Jóhannu Norðberg Norðberg Niclasen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald