
Herning, Danmark (Portalurin): - Hon er, haldi eg, eitt gott boð uppá eina Eurovision-stjørnu. Hon hevur akkurat tað, sum skal til, stendur inni fyri tí, sum hon ger og er errin av at vera við í Melodi Grand Prix. So haldi eg eisini, at Sissal brennur ígjøgnum skermin, tá man tosar við hana.
Vit fingu orðið á Eyðfinn Jensen uttanfyri gistingarhúsið hjá Melodi Grand Prix-luttakarunum í miðbýnum.
Tá hevði hann júst tosað eina góða løtu við føroyska umboðiðið í kappingini í morgin. Eins og veddingarfyritøkurnar og ymsir danskir viðmerkjarar, heldur tónleikasamskiparin í Kringvarpinum, at Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er besta boðið uppá ein vinnara í morgin.
Eyðfinn heldur at Hallucination burdi riggað væl til "Eurovision-stílin" - við EDM og íblástri úr Svøríki.
Sangurin hjá Sissal, sum nógv fólk hava samstarvað um, og sum hon avgjørt heldur kann vera ein vinnarasangur í Herning
Til ber atkvøða fyri føroyska umboðnum í appini DR Grand Prix í dag og/ella í morgin (7. Sissal - 'Hallucination' - Send HAL til 1212)
Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212. Við sms krevst, at tú hevur pengar á tínum nummari. Hetta kann gerast umvegis sjálvavgreiðslurnar hjá Føroya Tele og Nema.
Hoyr eisini: - Hetta kann vera ein vinnarasangu
Sí eisini: - Føroyska umboðið roynir at lata vera við at hugsa um favroittleiklutin
Umboðið hjá Kringvarpinum í Herning hevur drúgvar royndir innan føroysku tónleikavinnuna. Nú er tað triðju ferð á rað, at ein føroyingur er við til Melodi Grand Prix, og Sissal stendur sum stórfavorittur. Í høvuðsheitinum heldur Eyðfinn Jensen, at man er komin langt og er sterk á nógvum ymiskum økjum innan tónleikin.
- Vit skulu trúgva uppá okkum sjálvi í Føroyum. Vit hava heilt gávuríkar sangarar og tónleikarar; langt yvir miðal í mun til fólkatal.
Sí alla samrøðuna ovast.
Sí eisini: Genturnar gleða seg ótrúliga nógv at síggja mammuna á stóra pallinum
Sí eisini samrøðu við Sissal Jóhannu her:
--
Danskt Melodi Grand Prix 2025 verður í morgin, leygarkvøldið 1. mars. Portalurin er á staðnum í Herning, og vit fylgja gongdini hjá Sissal og øllum rundanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald