Svenski stuttleikabáturin Sula við tveimum fólkum umborð liggur í løtuni so friðarliga fyri akker beint uttan fyri Argir í innsiglingini til Tórshavnar havn.
Báturin er komin higar úr Tananger, beint uttan fyri Stavanger í Vesturnoregi. Á leiðini til Føroya legði báturin inn í Hetlandi, men slapp ikki í land har orsaka av galdandi leiðreglum fyri ferðandi undir koronakreppuni.
Sunnudagin varð kósin sett móti Føroyum, og báturin kom á Havnina í gjárkvøldið. Her fingu tey boðini um, at sviar ikki sleppa til Føroyar uttan at fara í 14 daga sóttarhald fyrst, ella vísa eina váttan fyri, at tey ikki eru smittað.
Sum skilst ætla tey bæði fólkini umborð at leggja leiðina víðari móti Íslandi.
Les eisini: Siglarar sluppu ikki í land í Lerwick – eru nú á veg móti Føroyum
Les eisini: Sula liggur nú undir Argjalandinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald