Í hølunum sum Løgtingið leigar frá Havnar Arbeiðarafelag, beint yvirav sjálvum Løgtinginum, kennir man rákan av einum tjógvi - og sambært onkrum politiskum viðmerkja: Av einari samgongu.
Tjógvið er viðskeri, og í matarhølunum gongur prátið lystiliga, meðan steðgur er, og fólk fylla sær kaffi í koppin aftur.
Men tað eru ikki bert smíl og gott lag, sum eyðkennir samráðingar. Tað eru tutl og ymiskir smærri fundir. Tað merkist, at størri mál nú skulu á skrá, og at málsøkjabýti eftir ætlan skjótt skal ásetast.
Nú seinnapartin hava tingbólkarnir havt fundir fyri seg. Greiða skal fáast á ymiskum innanhýsis, áðrenn man kann halda fram í bólkunum.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og samráðingarleiðari, segði við FM1 mikudagin, at vónin var at hava eitt útkast til samgonguskjal klárt áðrenn páskadag. Flokkarnir byrjaðu at samráðast mánadagin, og Beinir Johannesen hevur fingið sum freist at skipa samgongu áðrenn 10. apríl.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók uttanfyri sjálvi samráðingrhølini, niðanfyri. Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald