Innanlands

Myndir: Tjóðskaparligur sjálvsavgerðarrættur í Norðurlandahúsinum

Millum annað Carles Puigdemont luttók á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum seinnapartin

2018-10-12 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Altjóða ráðstevna um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt hevur verið í Norðurlandahúsinum seinnapartin. Tjóðveldi skipaði fyri tiltakinum, og tríggir altjóða politikkarar ið stríðast fyri loysing vóru gestir.

Tann mest kendi var Carles Puigdemont. Fyrrverandi katalónski forsetin, ið nú er í politiskari útlegd hevði eina framløga, har hann greiddi frá katalanska loysingarstríðnum. Puigdemont legði dent á, at konstruktivir dialogur ímillum partarnar var lykilin.

Magni Arge leiddi ráðstevuna, og legði út við at greiða frá og hugleiða um tjóðskaparligan sjálvsavgerarætt í 20 øld. Síðani kom Høgni Hoydal á pallin. Hann legði fram og hugleiddi um rættarligu og politisku støðuna hjá Føroyum ígøgnum søguna og í framtíðini.

Fyrsti útlendski gesturin var Kenneth J. J. Gibson, ið er skotskur parlamentlimur frá Scotish National Party sum arbeiðir fyri loysing frá Bretlandi. Hann greiddi frá avleiðingunum av Brexit og vaksandi undirtøkuni fyri loysing, ið var komin harav.

Daniel Goa úr Ný Kaledónia slapp síðani framat. Lítla oyggjalandið í Oceania hevur fólkaatkvøða i um loysing frá Frakland um 23 dagar, og loysingarleiðarin greiddi millum annað frá hví og hvussu Kaledónia vil loysa.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder