Innanlands

Myndir: Tvey skip hjá Smyril Line í dokk

Norrøna og Akranes eru í dokk í Danmark

(Mynd: Smyril Line)

(Mynd: Smyril Line)

2023-01-03 14:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey skip hjá Smyril Line eru í dokk á Fayard skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark. 

Akranes fær millum annað nýggja skrúvu, sum er munadyggari umframt nýggja barlast skipan. Norrøna er í turrdokk til gjøgnumgongd av øllum lutum undir vatni.

Bæði skipini verða eisini útgjørd við betri eftirlitstólum, so mest fæst burturúr siglingini. 

Norrøna verður 20 ár í apríl, og Akranes verður 25 ár í augustmánað. 

Norrøna fer ikki í sigling aftur fyrr enn 21. januar tá siglt verður úr Hirtshals til FØroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder